Uttanlands

Polar Nanoq hevur landað í Íslandi

Polar Nanoq landar vanligvís veiðuna í Hafnarfirði

2019-03-23 17:24 Author image
Kiran Jóanesarson
placeholder

Grønlendski trolarin Polar Nanoq, hevhur landað 620 tons í Hafnarfirði.

Upplýst verður, at teir hava fiskað kongafisk og torsk í Eysturgrønlandi, pg fiskiskapurin hevur verið góður.

Teir hava fiskað í 20 dagar, og veiðan verður rundfryst umborð.

Polar Nanoq kom til Íslands hósdagin, og teir vórðu lidnir at landað í gjár, og fóru beint at rigga til at fara nýggjan túr.

Í morgun varð loyst, og kósin er aftur sett móti Eysturgrønlandi. 

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder