2021-10-13 22:18
Partrolararnir hava landað umleið 200.000 pund, har meginparturin av veiðuni var upsi.
Polarhav og Stjørnan hava fiskað eystanfyri undir Føroyum hendan túrin, og fiskiskapurin hevur verið góður.
Tað var Kósin í Klaksvík, sum tók ímóti lastini hjá parinum, og tá ið liðugt var at landa, fóru partrolararnir aftur til fiskiskap undir Føroyum.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald