2019-09-07 21:57

Stóri grønlendski verksmiðjutrolarin Polar Princess landaði fyrr í vikuni í Kollafirði.
Teir hava fiskað makrel í altjóða sjógvi norðanfyri Føroyar, og fiskiskapurin hevur verið góður.
Upplýst verður at teir høvdu 800 tons av góðum makreli, sum teir landaðu til Faroe Pelagic í Kollafirði.
Fleiri grønlendsk skip hava landað makrel í Føroyum seinastu tíðina. Skipini Tasilaq og Tuneq eru ávegis inn av feltinum.
Teir hava umleið 1000 tons tilsamans av makreli.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald