2018-06-25 08:31
Frystitrolarin Ran kom á Havnina í síðstu viku.
Ran, sum hevur fiskað kongafisk í Irmingahavinum, kom á HAvnina í síðstu viku, har veiðan varð landað.
Ran hevur einans fiskað í 20 dagar hendan túrin, og teir høvdu 180 tons av kongafiski við heim.
Hans andrias Kelduberg, reiðari, letur væl at túrinum, og sigur, at Ran fer aftur til fiskiskap tann 12. juli, og tá verður farið í altjóða sjógv norðanfyri Føroyar at fiska kongafisk.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald