Innanlands

Ran seldur til Nigeria

God is Able Seafood keypt trolaran Ran fyri 5,8 milliónir krónur

Ran (Savnsmynd: Kiran Jóanesarson)

Ran (Savnsmynd: Kiran Jóanesarson)

2019-06-19 11:59 Author image
Sverri Egholm
placeholder

Í mars setti fyrstitrolarin Ran kós móti Esbjerg. Har skuldi hann liggja, og vónandi seljast. Tað er hann nú.

Sjóvinnustýrið upplýsir, at skipið er selt til reiðaríið God is Able Seafood Ltd í Nigeria. Keypsprísurin, sum er upplýstur er 880.000 dollarar, góðar 5,8 milliónir krónur.

Sp/f Ran í Hoyvvík átti trolaran, nú hann varð seldur. Ran er bygdur í 1971, og kom til Føroya sum nýbygningur og kallaðist tá Sjúrðrarberg.

Les eisini: Eftir 48 ár: Ran verður nú lagdur

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder