Innanlands

Rigga til at ala sunnanfyri Fútaklett

Tvær streymverjur skulu brúkast

(Mynd: Jn.fo)

(Mynd: Jn.fo)

2021-08-27 07:41 Author image
Sverri Egholm
placeholder

Hiddenfjord fer at ala laks beint út fyri tunnilsmunnan í Vágum, sunnanvert Fútaklett, og rigga nú til.

Alifyritøkan hevur í drúgva tíð kannað streymviðurskiftini har, og meta at tað fer at bera til.

Luna fer at brúka tvær streymverjur norðanfyri og eina sunnanfyri aliøki. Streymverjurnar eru gjørdar úr líknandi tilfari sum aliringarnar, tó nakað sterkari. Niðurúr vatnskorpuni hongur eitt net sum er fest í ein søkkring.

Á Oyragjógv er ymisk tung útgerð komin.

Sí myndir sum jn.fo tók í gjár

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder