
Grønlendska reiðaríið Royal Greenland, hevur selt tvey av skipunum í flotanum.
Talan er um flakatrolaran Sisimiut, sum er seldur til Íslands og rækjutrolaran Qaqqatsiaq, sum er seldur til eitt av teimum baltisku londunum.
Ætlanin er, at Sisimiut skal latast nýggju eigarunum í juni, og Qaqqatsiaq skal latast eigarunum tann fyrsta mai í ár.
Talan er um eina útskifting við nýggjari og meira effektiv skip, sum grønlendsk reiðarí eru farin at gera, og sum tey eisini gjørdi fyrst í hesari øldini.
Nýggju skipini hjá grønlendingum verða bygd í Turkalandi og í Spania.
Seinasta dømi er grønlendski rækjutrolarin Markus, sum var á Havnini fyri nøkrum vikum síðan, har teir skuldu taka útgerð frá Vónini áðrenn teir vóru víðari til Grønkands.
Nýggi Sisimiut skal latast Royal Greenland fyrst í mai, og Avataq, sum verður navnið á avloysara skipinum hjá Qaqqatsiaq, verður latið reiðarínum í november.
Prísurin á nýbygningunum liggum um 300 milliónir krónur hvør.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald