Innanlands

Royal Greenland: Skuffandi men hinvegin ikki so óvæntað

Tað kann vera nógv at vinna økonomiskt at smugla hassj til Grønlands, og tí er ein trolari upplagdur háttur

(Savnsmynd: Kiran Jóanesarson)

(Savnsmynd: Kiran Jóanesarson)

2022-06-14 14:52 Author image
Sverri Egholm
placeholder

Tað var stutt undan fráferð úr Frederikshavn í gjár, at løgreglan var umborð á Avataq við hundum og fann heili 23 kilo av hassji.

Royal Greenland eigur trolaran, sum hevur verið á skipasmiðju har seinastu vikurnar, og tey harmast um, at roynt verður at brúka teirra skip sum smuglaraamboð.

- Tað harmast vit sjálvsagt um. Tað er ergriligt og skuffandi, men hinvegin er tað ikki serliga óvæntað, sigur Lars Nielsen, framleiðslustjóri í Royal Greenland, við Sermitsiaq.ag.

Hann vísir á, at tað kann vera nógv at vinna økonomiskt um tað eydnast at fáa hassj inn í Grønland, og tí er ein trolari ein upplagdur háttur.

Framleiðslustjórin sigur, at tað er vanlig mannagongd hjá Royal Greenland, at heita á myndugleikarnir um at kanna skipið áðrenn fráferð í útlendskum Havnum.

Eingin er enn hantikin í málinum, men tað verður kannað víðari, sigur løgreglan í Norðurjyllandi.

Avataq legði frá landi í gjárkvøldið og hevur sett kós móti Føroyum.


----

Rækjutrolarin Avataq kom í grønlendska flotan í desember 2019, og er størsta fiskifar í Grønlandi. Vit vóru umborð, tá skipið lá á Havnini beint undan jólum í 2019:

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder