Uttanlands

Ruth farin aftur á svartkjaftaveiðu í altjóða sjógvi

Ruth hevur landað 3450 tons av svartkjafti í Skagen

Ruth (Savnsmynd: Kiran Jóanesarson)

Ruth (Savnsmynd: Kiran Jóanesarson)

2022-03-26 14:00 Author image
Kiran Jóanesarson
placeholder

Danska uppsjóvarskipið Ruth hevur júst landað svartkjaft í Skagen.

Ruth hevur fiskað svartkjaft í ES sjógvi vestanfyri Írland, og fiskiskapurin hevur verið hampiligur.

Upplýst verður at skipið er farið aftur á svartkjaftaveiðu, hóast boðað verður frá smáligum fiskiskapi í løtuni.

Ruth landaði 3450 tons av svartkjafti í Skagen. 

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder