2019-01-07 06:48
Danska uppsjóvarskipið Ruth kom í gjár til Egersund í Noreg, har teir skulu landa.
Ruth hevur fiskað makrel í ES sjógvi, og fiskiskapurin hevur verið góður.
Upplýst verður, at støddin liggur um 400 gramm í miðal.
Tá ið Ruth hevur landað, fara teir aftur á makrelveiðu.
Danska uppsjóvarskipið Beinur úr Hirtshals, er eisini farin aftur til fiskiskap, men óvist var um teir fóru á sildaveiðu ella at fiska makrel.
Skipari umborð á Ruth er Hans Jacob Petersen, og skipari umborð á Beinur er Gunnar Nolsøe.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald