Uttanlands

Ruth landar makrel í Norra

Ruth fiskaði einans í eitt døgn

Savnsmynd ( Mynd: birger Josephsen)

Savnsmynd ( Mynd: birger Josephsen)

2019-01-20 10:58 Author image
Kiran Jóanesarson
placeholder

Danska uppsjóvarskipið, sum føroyingurin Gullak Madsen eigur, kom til Norra í gjár, har teir skuldu landa.

Ruth hevur verið á makrelveiðu í ES sjógvi, og upplýst verður, at fiskiskapurin hevur verið góður.

Teir høvdu 950 tons av av góðum makreli, sum teir landaðu í Måloy. Støddin var umleið 380 gramm í miðal.

Hetta er triðji makreltúrurin hjá Ruth, sum verður landaður í Norra í ár, og fiskiskapurin hevur hilnast væl.

Fyrsta lastin setti met í Egersund. Tá landaði Ruth 2300 tons av makreli.

Tá ið liðugt er at landa, verður fari á sildaveiðu.

Skipari hendan túrin er Mikkjal Godfred. 

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder