Uttanlands

Ruth landar svartkjaft í Skagen

Tað er føroyingurin Gullak Madsen, sum eigur Ruth, sum hevur heimstað í Hirtshals

Savnsmynd (Mynd. Christian Jensen - Skibsarkivet)

Savnsmynd (Mynd. Christian Jensen - Skibsarkivet)

2019-03-24 13:55 Author image
Kiran Jóanesarson

Stóra danska uppsjóvarskipið Ruth slapp framat at landa í gjár.

Upplýst verður, at teir hava umleið 3200 tons av svartkjafti, sum teir skulu landa til FF Skagen.

Ruth hevur fiskað svartkjaft í ES sjógvi vestanfyri Írland, og fiskiskapurin hevur verið góður.

Tá ið liðugt er at landa, verður farið aftur á svartkjaftaveiðu.