Innanlands

Sama nøgd av svartkjafti í føroyskum øki í ár sum í fjør

Magnus Heinason er júst liðugur við kanningar av svartkjafti sunnan fyri Føroyar

2019-04-10 19:33 Author image
Ari av Rana
placeholder

Magnus Heinason er júst liðugur við kanningar av svartkjafti sunnan fyri Føroyar. Fyribilsúrslitini vísa, at umleið sama nøgd av svartkjafti er í føroyskum øki í ár sum í fjør. Meginparturin av svartkjaftinum í kanningini í ár eru 2013 og 2014-árgangirnir.

Eisini sást smærri svartkjaftur, hetta er helst 2017-árgangurin. Tað hevur ikki verið nógv at sæð til henda árgangin í kanningunum higartil, tí vita vit ikki enn hvussu hann fer at hilnast, skrivar Havstovan.

Kanningin er skipað sum altjóða felags kanning undir ICES, har Føroyar luttaka saman við Noregi, Írlandi, Hollandi og Spania. Hini skipini hava kannað gýtingarøkini longri suðuri. Samlaða nøgdin av svartkjafti frá øllum skipunum, verður roknað á fundi í Galway 24.-26. apríl.

Les alla frágreiðingina

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder