Innanlands

Samlaða tøkan av alilaksi knapt 65 tús. tons í 2018

Hetta er uml. 9-10% minni í mun til 2017

2019-01-09 07:06 Author image
Ari av Rana
placeholder

Havbúnaðarfelagið ger hvørja viku upp tøkuna av føroyskum alilaksi og almannakunnger hana á heimasíðuni hjá Vinnuhúsinum.

Nú samlaða tøkan av alilaksi fyri 2018 er gjørd upp, gjørdist úrslitið, at føroyskur havbúnaður í fjør framleiddi uml. 64.732 tons í kruvdari vekt.

Hetta er uml. 9-10% minni í mun til 2017, tá framleiðslan var omanfyri 71 tús. tons, skrivar Vinnuhúsið. Miðalvektin var á leið tann sama í 2018 sum árið fyri.

Samlað yvirlit yvir tøkuna kann síggjast her.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder