Hesa vikuna hava strandarlandasamráðingar verið um makrel, svartkjaft og norðhavssild í London. Hóast samráðingarnar um hesar tríggjar stovnar vóru truplar, gjørdu strandarlondini týðandi framstig á fleiri økjum.
Strandarlandasamráðingarnar um makrel vóru niðurlagdar fyrrapartin týsdagin og verða tiknar uppaftur í London 24. oktober og halda fram 25. og 26. oktober. Øll høvuðsmálini á dagsskránni vóru avgreidd uttan tey bæði stóru um at leingja Makrelsemjuna frá 2014 og víðka hana til onnur lond, umframt at áseta mest loyvdu veiðu (MLV) fyri 2019. Í døgunum 24.-26. oktober verður ein serlig roynd gjørd at avgreiða nevndu mál.
Strandarlandasamráðingarnar um svartkjaft vóru niðurlagdar fyrrapartin mikudagin og verða eftir ætlan tiknar uppaftur í London 6. november. Øll høvuðsmálini á dagsskránni vóru avgreidd uttan tað stóra málið um eina framtíðar svartkjaftasemju við einum nýggjum býti millum strandarlondini. Sostatt er semja um at fylgja ráðgevingini frá ICES um mest loyvdu veiðu (MLV) á 1.143.629 tons fyri 2019 og verður hetta endaliga góðkent í London 6. november.
Strandarlandasamráðingarnar um norðhavssild vóru niðurlagdar seinnapartin í dag hósdag og verða eftir ætlan tiknar uppaftur í London 5. november og halda fram 6. november.
Strandarlondini samtyktu seinnapartin í dag eina nýggja langtíðar umsitingarætlan viðvíkjandi norðhavssild fyri 2019 og fylgjandi ár. Við støði í hesi umsitingarætlan, kemur ICES hin 22. oktober við eini ráðgeving um mest loyvdu veiðu (MLV) fyri 2019.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald