2025-07-22 15:10

Fríggjakvøldið 18. juli setti Samson M/s hjá skipasmiðjuni MEST kósina longu ferðina norður til Jan Mayen.
Ørindini vóru at fáa fatur á norska sleipibátinum Stadt Florø M/s, sum hevði fingið enda um skrúvuna.
Ferðin norður gekk sera væl. og var Samson frammi hjá sleiparanum klokkan tvey mánamorgunin. Hesum boðar Mest frá.
- Teir hava verið sera hepnir við veðrinum og gongur tað væl at sleipa. Hava eina sleipiferð heim á 6 míl.
Aftaná at sett varð fast, varð kósin sett aftur á Havnina, har teir væntast at vera seint hóskvøldið.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald