Fríggjadagin í síðstu viku kom stásiliga uppsjóvarskipið Research, sum hetlendingar hava latið bygt í Noreg til heimstaðin Whalsey.
Nýggja skipið er 80 metrar langt og 16 metrar breitt, og er munandi størri enn undanfarna skipið, sum er knappar 72 metrar langt.
Undanfarna uppsjóvarskipið, sum hevði sama navn, varð selt til Føroyar í fjør, og var tað felagið Næraberg í Klaksvík, sum keypti skipið. Skipið kallast í dag Borgarin.
Tveir nýbygningar til Hetlands
Tað eru 15 ár síðan at fyrrverandi Research, nú Borgarin, varð bygdur, og hetta er næsti nýbygningur, sum verður latin einum reiðaríið í Hetlandi innan stutta tíð.
Síðst í august varð stóra uppsjóvarskipið Serene latið einum reiðaríið í Whalsey. Serene er 82 metrar langt og heili 17,20 metrar breitt, og er størsta uppsjóvarskipið, sum er heimahoyrandi í Hetlandi.
Nýggi Research skal nú taka útgerð og riggast til, áðrenn skipið er klárt at fara til fiskiskap undir hetlendskum flaggi.
Hetlendingar eru í løtuni við at endurnýggja flotan, og fleiri av nýggju skipunum verða bygt á donsku skipasmiðjuni Karstensens Skibsværft.
Nýggja uppsjóvarskipið Research varð handað fríggjadagin (Mynd: Ivan Reid)
Størsta uppsjóvarskipið í Hetlandi, Serene, varð handað 25. august (Mynd: Ivan Reid)
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald