Innanlands

Semingsroyndin: Realitetssamráðingar byrja í morgin

Terje Sigurðsson, semingsmaður, sigur, at realitetssamráðingar byrja í morgin. Í dag hava allir partar hugt at semingsuppskotinum

(Savnsmynd)

(Savnsmynd)

2019-04-08 17:05 Author image
Regin Winther Poulsen
placeholder

Leygardagin varð semingsuppskot lagt fyri Reiðarafelagnum og trimum  manningarfeløgum, Fiskimannafelagnum, Skipara- og Navigatørfelagnum og Maskinmeistarafelagnum, eftir at sáttmálin fór úr gildi 1. apríl uttan at semja var um nýggjan sáttmála. 

Terja Sigurðsson, semingsmaður sigur við Portalin at realitetssamráðingar byrja í morgin. Hann váttar at partur av ósemjuni er um, hvør skal gjalda fyri uppboðsølugjaldið - reiðarin ella manningin. 

Terje Sigurðsson sigur eisini, at uppskotini eru viðgjørd við feløgunum hvør sær í dag, og at partarnir møtast í morgin. Hann kann onki siga um, hvørt tað er langt ímillum partarnir ella ikki. Hann sigur at semingsroyndin heldur fram, so leingi, sum tað gevur meining. Tað vil siga, at tá samráðingarnar byrja í morgin, verður hildið fram til partarnir undirskriva ella slíta samráðingarnar og eitt nú boða frá verkfalli. 

Formaðurin í Fiskimannafelagnum, Jan Højgaard, sigur seg ikki kunna gera viðmerkingar til málið, tí tað ikki er loyvt meðan samráðingarnar eru í gongd. 

Jan Højgaard váttar tó, at manningarfeløgini sum nú er standa saman í samráðingunum. Hann sigur at ósemjan snýr seg um nógv viðurskifti, sum feløgini er samd um, men hann sigur at hann ikki kann úttala seg um, hvørji viðurskifti talan er um. 

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder