2018-12-07 18:44
Nýggjasta skipið í føroyska flotanum, Katrin Jóhanna, kemur til Føroya fyrst í næstu viku.
Sáttmáli varð undirskrivaður í Noreg fyri knøppum tveimum vikum síðani, og tá varð farið til Skagen í Danmark, har ymiskt skuldi gerast. Eitt nú er skipið málað.ó
Kósin er sett móti Føroyum, og væntandi liggur Katrin Jóhanna við bryggju her heima fyrst í næstu viku.
Myndirnar hava vit fingið sendandi frá Birger Josephsen í Hirtshals.
Katrin Jóhanna (Mynd: Birger Josephsen)
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald