Innanlands

Sigla av og á til Føroyar

- Vit sigla mest fram við norsku strondini og í Norður Evropa við tilfari til alifóður. So sigla vit eisini við skervi, gomlum jarni og øðrum, sigur Zacharias

Eyðstein Johansen og Zacharias Bech (Mynd: Sjómansmissiónin)

Eyðstein Johansen og Zacharias Bech (Mynd: Sjómansmissiónin)

2025-06-02 21:06 Author image
Føroyska Sjómansmissiónin
placeholder

- Vit sigla mest fram við norsku strondini og í Norður Evropa við tilfari til alifóður. So sigla vit eisini við skervi, gomlum jarni og øðrum, sigur Zacharias.

Í farnu viku lá farmaskipið Vitin, hjá Sandship í Fuglafirði, í Søldafirði og lossaði skerv. Vitin kom úr  Norra. Tá liðugt var at lossa, varð kósin sett aftur til Norra eftir meiri skervi, sum skal leggjast upp á Sundi!

Sjómanstrúboðarin vitjaði umborð. Tíð var til drekkamunn, Guds orð, bøn og stutt prát við skiparan, Zacharias Bech. Hann segði millum annað:

- Vit sigla mest fram við norsku strondini og í Norður Evropa við tilfari til alifóður. So sigla vit eisini við skervi, sandi, gomlum jarni og øðrum.

- Av og á sigla vit uppá Føroyar. Tað er mest í summarhálvárinum, tí tá verður óivað mest gjørt við vegarbeiðið og líknandi arbeiðir. Samstundis verður nógv bygt og bora í Føroyum í hesum árum. Tí skal nógvur skervur og sandur nýtast til vegagerð og stoyping, segði hann.

[object Object](Mynd: Sjómansmissiónin)

- Í heyst verða tað 11 ár síðani eg kom umborð her. Tað sigur nakað um at eg trívist. Veðrið í norður Atlanshavi er mangan buldrasligt um veturin, og tí er tað væl lættari at sigla summarhálvárið enn vetrarhálvárið, segði Zacahrias.

- Vit sigla í seks vikur og hava so frí í seks vikur. Tað er ein góð skipan. Eg kom umborð í dag og tí fer hin skiparin, Eyðstein Johansen, í feriu nú, segði Zacharias Bech.

Teimum og sjófólkinum annars verður ynskt Guds signing og varðveitslu.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder