Innanlands

Sildafiskiskapurin framvegis góður

Skip hava seinastu dagarnar landað til tey stóru uppsjóvarvirkini í Føroyum umframt okkurt er farið uttanlands at landa

Skipini rokast í føroyskum sjógvi (Savnsmynd: Føroyska Sjómansmissiónin)

Skipini rokast í føroyskum sjógvi (Savnsmynd: Føroyska Sjómansmissiónin)

2021-12-07 06:53 Author image
Kiran Jóanesarson
placeholder

Føroysku uppsjóvarskipini rokast á sildafeltinum fyri tíðina.

Í Fuglafirði hava fleiri skip landað seinastu dagarnar.

Birita kom á Fuglafjørð leygardagin við 365 tonsum, sum skipið landaði til Pelagos. Aftan á Biritu, slapp Christian framat avið 1.400 tonsum, og síðan slap Høgaberg framat við 1.150 tonsum.

Arcitc Voyager kom um vikuskiftið inn við 1.300 tonsum, sum teir landaðu í ávíkavist Hvalba og í Fuglafirði

Á Tvøroyri landaði Tróndur í Gøtu 1.000 tons leygardagin, síðan slapp Gøtunes framat við 1.100 tonsum, Tummas T við 1.200 tonsum og Ango sleppir framat í kvøld við 1.000 tonsum av sild.

Norðingur landaði 750 tons av sild sunnudagin, og hevur skipið nú fiskað sildakvotuna fyri í ár. Norðingur landaði veiðuna í Kollafirði.

Í gjár kom kunngerðin í gildið, sum loyvir skipum av avreiða uttanlands.

Katrin Jóhanna skal landa 1.300 tons av sild í Skagen, og í Noregi skulu Fagraberg og Jupiter landa ávíkavist 1.600 pg 1.500 tons av sild.



placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder