
Føroysku uppsjóvarskipini hava havt svingandi fiskiskap seinastu tíðina.
Finnur Fríði hevur júst landað umleið 900 tons av góðari sild til Varðan Pelagic á Tvøroyri.
Teir hava fiskað sildina í føroyskum sjógvi, og fóru aftur til fiskiskap tá ið liðugt var at landa.
Fagraberg - Savnsmynd: Kiran Jóanesarson
Uppsjóvarskipið Fagraberg hevur landað eina last á 500 tons av sild til Pelagos í Fuglafirði, sum teir hava fiskað í føroyskum sjógvi. Teir fóru aftur til fiskiskap í gjár.
Í nátt kom uppsjóvarskipið Katrin Jóhanna á Vestmanna, har teir skulu landa millum 600-700 tons av sild, sum teir hava fiskað í íslendskum sjógvi. Talan er um góða stødd, yvir 400 gramm í miðal.
Teir skulu landa veiðuna til Vestmanna Seafood í Vestmanna.
Katrin Jóhanna - Savnsmynd: Kiran Jóanesarson
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald