Innanlands

Sisimiut fer aftur til fiskiskap í kvøld

Grønlendski flakatrolarin Sisimiut, hevur seinastu dagarnar ligið á Havnini, har skipið hevur gjørt ymsar umvælingar

Savnsmynd (Mynd: Sverri Egholm)

Savnsmynd (Mynd: Sverri Egholm)

2018-12-18 08:01 Author image
Kiran Jóanesarson
placeholder

Sisimiut kom í síðstu viku á Havnina, har teir hava gjørt ymsar umvælingar, og tikið útgerð frá Vónini, og koyrt okkurt í land.

Teir hava landað í Nuuk áðrenn teir komu til Føroyar, og í kvøld verður klárt at fara aftur til fiskiskap.

Upplýst verður, at teir fara í Barentshavi, har teir skulu fiska.

Hetta verður seinastuferð, at hesin Sisimiut skal fiskað kvoturnar hjá gørnlendska reiðaríðnum, Royal Greenland, í Barentshavinum.

Skipið er selt til Íslands, og tá ið tað hevur fiskað kvoturnar, skal skipið latast nýggju eigarunum.

Royal Greenland hevur undirskrivað sáttmála um ein nýbygning, og hesin verður eftir ætlan liðugur í mai ella juni í 2019.

Talan verður um munandi størri skip, enn tað, sum manningin er við í dag.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder