Fyrrapartin hósdagin verður ein framløga í Smæruni í Havn, har Unn Laksá frá Sjókovanum leggur fram nýggjastu ársfrágreiðing Sjókovans, og fer at taka samanum hvussu gekst við føroysku fiskivinnuni í 2020.
Sjókovin skipar fyri tiltakinum í samstarvi við Fróðskaparsetur Føroya. Hetta er fyrsta ársfrágreiðingin hjá granskingargrunninum við heimstaði í Leirvík.
Í framløguni verður komið inn á hvussu stór heildarveiðan var og hvussu býtið var millum sjóøkini. Aðrir spurningar, ið verða viðgjørdir eru:
Hvat er búskaparliga virðið av atgongdini at fiska makrel í bretskum sjógvi?
Hvussu stórar vóru avreiðingarnar hjá ymisku bólkunum?
Hvussu vóru avreiðingarnar hjá línuskipum býttar millum frysti- og ísfiskalínuskip?
Hvørji skip høvdu størst avreiðingarvirði?
Hvussu hevur gongdin í oljunýtsluni hjá fiskaflotanum verið síðani 2000?
Hvat siga stovnsmetingarnar um høvuðsfiskasløgini?
Frágreiðingin hjá Sjókovanum byggir á almenn hagtøl, serliga frá Vørn og Hagstovu Føroya. Umframt hagfrøðiligt tilfar, verða á hvørjum ári gjørdar greiningar um ávís evni. Í hesi fyrstu frágreiðingini er evnið Brexit og atgongd at fiska makrel í bretskum sjóøki.
Hetta evnið er sera viðkomandi í sambandi við fiskivinnusamráðingar.
Á tiltakinum bjóðar Chik Collins, rektari á Fróðskaparsetri Føroya og nevndarlimur í Sjókovanum vælkomin. Síðani leggur Unn Laksá, stjóri í Sjókovanum, fram frágreiðingina.
Tiltakið er ætlað tíðindafólki, vinnulívsfólki, politikarum, lesandi og annars øllum við áhuga fyri føroyskari fiskivinnu. Neyðugt er at boða frá luttøku.
Sjókovin er sjálvstøðugur, privatur, ikki-vinnuligur granskingargrunnur, hvørs endamál er at stimbra burðardygga menning í fiski- og alivinnuni, og at kunna almenningin um viðurskifti í hesum vinnum. Fyri at fremja endamál grunsins, hevur Sjókovin eisini sett á stovn Ocean Cluster Faroes, sum er eitt netverk við endamálinum at stimbra nýskapan og burðardygga menning í føroyskum sjófeingisvinnum.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald