Innanlands

Sjómanskvinnuringar vitjaðu umborð á Jupiter

Sjómanskvinnuringarnir í Kollafirði og í Hósvík vitjaðu týsdagin Jupiter. Tær ynkstu at koma umborð á eitt av skipunum tær biðja fyri

(Mynd: Sjómansmissiónin)

(Mynd: Sjómansmissiónin)

2024-10-09 22:35 Author image
Føroyska Sjómansmissiónin
placeholder

Týskvøldið 8. oktober vitjaðu sjómanskvinnuringarnir í Kollafirði og í Hósvík umborð á pelagiska trolaran Jupiter, sum lá á Kollafirði.

Grundin var einføld tann, at kvinnurnar ynsktu at koma umborð á eitt av skipunum tær biðja fyri. Harafturat ynsktu tær at síggja skipið, heilsa uppá manningina, sum millum annað fær jólapakkar frá kvinnunum og sum er eitt av skipunum sjómanstrúboðarin vitjar.

Løtan byrjaði við sangi, bøn og Guds orði, sum sjómanstrúboðarin hevði. So var aftur sangur áðrenn skiparin Hildibjartur Olsen greiddi frá skipinum, fiskiskapinum og takka kvinnunum og Sjómansmissiónini fyri teirra stóra arbeiði. Kvinnurnar greiddu eisini frá teirra arbeiði. Enda var við bøn, Faðir vár og sangi. Til seinast bjóðaði kokkurin ein góðan drekkamunn.

Prátið gekk lívliga meðan drekkamuðurin gleið niður um. Fleiri av kvinnunum hugdu runt á skipinum og vóru eisini uppi á brúnni, har skiparin greiddi frá ymiskum.

Tann elsta, 95 ára gamla Gudrun Joensen í Hósvík, setti seg í skiparastólin. Tað var ikki fremmant, tí hon hevði sitið í fleiri av skiparastólunum á Thor skipum.

Bæði kvinnurnar og manningin vóru fegin fyri løtuna.

Ein tílík vitjan ger arbeiðið og bønirnar hjá Sjómanskvinnuringunum meiri ítøkiliga og viðkomandi, tí tær hava verið umborð og hava heilsað uppá fleiri av manningini.

Teimum umborð á Jupiter og sjófólkinum annars verður ynskt Guds signing og varðveitslu.

Fleiri myndir síggjast á Facebooksíðuni hjá Sjómansmissiónini her

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder