Innanlands

Sjómanskvinnuringurin vitjaði á Vestmenningi

16 kvinnur í yngra endanum av sjómanskvinnuringinum, meðan tær eldru ikki hættaðu sær umborð, tá Sjómanstrúboðarin skipaði fyri andakt á Vestmenningi í gjárkvøldið

(Mynd: Føroyska Sjómansmissiónin)

(Mynd: Føroyska Sjómansmissiónin)

2022-03-29 21:36 Author image
Føroyska Sjómansmissiónin
placeholder

Í gjárkvøldið var andakt og hugnaløta umborð á nýggja pelagiska trolaranum, Vestmenningi, sum lá á Vestmanna.

Sjómanstrúboðarin hevði tosað við skiparan, Bjarna í Skálum, um at hava andakt umborð, áðrenn teir fóru fyrsta túrin, og tað var gamaní. Í somu samrøðu nevndi trúboðarin, um tað ikki var eitt gott hugskot at bjóða sjómanskvinnuringinum í Vestmanna við til andaktina. Tað helt skiparin eisini.

Andaktin var klokkan 19 og uppmøtingin var góð. 16 kvinnur av yngra endanum av sjómanskvinnuringinum vóru við, meðan tær eldru ikki hættaðu sær umborð. Manningin, umboð fyri reiðaríið og aðrir mans vóru eisini við til løtuna.

Á skránni var felagssangur, andakt og Magni Christiansen sang tveir sangir. Skiparin greiddi stutt frá skipinum og frá ætlaða fiskiskapinum og Mary Gaard segði frá arbeiðinum hjá sjómanskvinnuringinum.

Fólk vóru bæði í salongini og í messuni, so andaktin og solosangurin vóru í gongini, so øll kundu hoyra. Eisini varð bøn biðin fyri skipi, manning og reiðaríi og signingin lýst.

Til seinast var bjóðað til ein drekkamunn við ymiskum søtum afturvið.

Løtan var góð, og viðkomandi bæði fyri kvinnurnar og fyri manningina. Kvinnurnar møttu sjófólkunum, upplivdu umstøðurnar og sóu skipið, meðan sjómenninir hittu kvinnurnar, sum millum annað biðja fyri teimum, gera jólapakkar og stuðla arbeiðinum hjá Sjómansmissiónini fíggjarliga.

Nevnt var eisini, at Vestmenningur longu var komin á bønarlistan hjá sjómanskvinnuringinum.

Prátið gekk væl aftur við drekkanum, og øll vóru samd um, at løtan hevði verið hugnalig og kveikjandi.

At hava eitt kvøld umborð á onkrum av størru skipunum, er eisini eitt gott hugskot til aðrar sjómanskvinnuringar.

Føroyska sjómansmissiónin ynskir eina ferð enn til lukku og Guds signing við Vestmenningi.

Vestmenningur fer væntandi til fiskiskap eftir svartkjafti seinni í vikuni.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder