Innanlands

Sjósílaverkætlanin heldur fram

Aftur í ár heitir Fiskaaling á sílafiskarar um at taka lut í sjósílaverkætlanini og senda brævbjálva við roðsluroyndum og uppmátingum av sílum – Øll, ið taka lut eru við í lutakasti um 10.000 skattafríar krónur

(Mynd: Fiskaaling)

(Mynd: Fiskaaling)

2023-05-27 13:12 Author image
Alda Nielsdóttir
placeholder

Aftur í ár heitir Fiskaaling á sílafiskarar um at taka lut í sjósílaverkætlanini, ið er stuðlað av Føroya Havbúnaðarfelagi.

Øll, ið hjálpa til við kanningini, eru við í lutakasti um 10.000 skattafríar krónur. Fyri at vera við í lutakastinum krevst einans, at luttakarar senda brævbjálva við roðsluroyndum og uppmátingum av sílum til Fiskaaling.

Fiskaaling brúkar upplýsingarnar og roðsluroyndirnar til at gera skrásetingar og nærri kanningar, sum eru við til at økja um vitanina um føroysku sjósílini. Lutakastið verður í desember, og drigið verður millum allar innkomnu brævbjálvar, skrivar Fiskaaling.

Fiskaaling hevur framleitt serligar brævbjálvar til verkætlanina. Teir fáast ókeypis kring landið á hesum støðum: Magn, Trongisvágur; Hjá Rólant, Sandur; Jógvan Weihe, Tórshavn; Effo, Kollafjørður; Effo, Skálafjørður; Stanley, Norðskáli; og Berglon, Klaksvík.

Luttakarar kunnu eisini skriva navn og bústað til [email protected], so senda tey brævbjálvar, skrivar Fiskaaling. 

Vegleiðing til tøku av roðslu og útfylling av brævbjálvum sæst her.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder