Sjóvinnustýrið mælir ákæruvaldinum til at ákæra skiparan á Vesturbúgvanum. Tað verður upplýst til útvarpið í dag.
Sambært Sjóvinnustýrinum skal hann ákærast fyri millum annað vaktarhaldskunngerðina.
Partrolararnir vóru 120 fjórðingar úr Føroyum. Tíðliga um morgunin, 14. apríl, rendi Vesturbúgvin á Eysturbúgvan, sum sakk eftir stuttari løtu.
Í niðurstøðuni hjá donsku skaðanevndini sæst, at skiparin á Vesturbúgvanum er sovnaður tá skipið var á samanstoytskós.
Hans Johannes á Brúgv, stjóri í Sjóvinnustýrinum, sigur, at skiparin ikki hevði fingið nóg nógvan svøvn, eingin var á brúnni at halda vakt, og brúgvavaktlarmurin var sløktur.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald