Innanlands

Skal brúkast sum ferðafólkaskip í Kroatia

43 ára gamli Magnus Heinason er seldur til kroatiskt felag

Magnus Heinason í Vestmanna gjáramorgunin (Mynd: Birgir Waag Høgnesen)

Magnus Heinason í Vestmanna gjáramorgunin (Mynd: Birgir Waag Høgnesen)

2021-11-03 06:58 Author image
Sverri Egholm
placeholder

Gamla havrannsóknarskipið fer ikki at enda sínar dagar á botni inni í Kaldbaksfirði. Magnus Heinason er seldur einum felagi í Kroatia, sum ætlar at brúka skipið til ferðavinnuvirksemi.

Tað upplýsir stjórin á Havstovuni, Eilif Gaard, fyri VP.

Magnus Heinason, sum er bygdur á Langsten Slip og Båtbyg í Noregi í 1978, hevur staðið á sølulista síðani mai. Keypsprísurin verður ikki upplýstir, skrivar vp.fo.

Skipið kom til Skála í gjár, og áðrenn handilin endaliga fer ígjøgnum skal skipið til botnkanningar.


placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder