Innanlands

Skipari: Manningin følir seg slepta upp á fjall

Manningin á Hoyvík gongur nú restina av árinum fyri einki Hoyvík úr Havn liggur restina av árini

Savnsmynd (mynd: Sverri Egholm)

Savnsmynd (mynd: Sverri Egholm)

2018-10-22 06:42 Author image
Kiran Jóanesarson
placeholder

Kvoturnar fyri 2018 eru fiskaðar, og skipið verður lagt í Vestmanna.

- Manningin følir seg slepta uppá fjall, og skulu nú ganga fyri einki, tað sum eftir er av árinum.

So bersøgin er skiparin Hildibjartur Olsen, úr Vestmanna, sum sigur víðari, at hann ikki ordiliga skilir leistin hjá politikkarunum.

- Vit hava verið til fiskiskap í fýra mánaðir av 2018. Tað er ein triðingur av einum ári, og tað er ikki nokk til at skipið kann bera seg.

Skiparin leggur afturat, at talan er um eina manning, sum øll hevur hús og familjur at forsyrgja alt ári, og ikki bara ein part av árinum.

Eru ímillum teir, sum hava nógv og einki
Tá fiskivinnunýskipanin varð atkvødd ígjøgnum, var ætlanin at tað skuldi verða lættari hjá nýggjum aktørum at koma í vinnuna, hetta hevur higartil ikki eydnast sum ætlað.

- Vit hava ein lítlan part av kvotu, sum felagið hevur fingið tillutað, og reiðaríið ætlaði at vera við í kappingini á uppboðssøluni, men hevði ongan kjans móti teimum stóru reiðaríiunum, sum keyptu so gott sum alt, sigur Hildibjartur Olsen.

Skiparin undrast eisini á, at teir nú mugu leggja skipið, meðan okkurt annað felag hevur so nógv eftir av kvotu fyri 2018, at ivasamt er, um felagið klárar at fiska restina, sum teir eiga.

- Eg haldi at slíkt sendir ein keðiligan boðskap út. Tað burdi verið deilt eitt sindur betur, soleiðis, at teir, sum ikki hava kvotu eftir, kundu á ein ella annan hátt yvirtikið restirnar hjá teimum, sum ikki klára at fiska allar sínar kvotur.

Á tann hátt kundi flestu skipini fingið mest burtur úr tí tilfeinginum, sum tey føroysku skipini fáa tillutað, sigur skiparin í viðmerking. 

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder