Innanlands

Skipasmíð: Veðurlagsætlan í heimsflokki

Statens Vegvesen í Noregi hevur gjørt sáttmála við Torghatten Nord um at reka vetnisferjur millum Bodø og Lofoten frá 2025

2022-02-04 11:50 Author image
Sverri Egholm
placeholder

Antares.fo: Statens Vegvesen í Noregi hevur gjørt sáttmála við Torghatten Nord um at reka vetnisferjur (hydrogenferjur) millum Bodø og Lofoten frá 2025. Arbeiðið, sum skal gerast fram ímóti fyrsta ferjutúrinum, fer at fáa stóran týdning í Noregi – og heiminum.

Sáttmálin hevur virði upp á 4,9 milliardir norskar krónur, tað eru 3,64 milliardir danskar krónur.

- Vit fegnast um stóra áhugan fyri útbjóðingini og eru  takksom fyri at koma at samstarva við ein væl kendan og tryggan operatør við drúgvum royndum, sidur Anders Sæternes, deildarleiðari í ferjudeildini hjá Statens vegvesen.

Statens vegvesen hevur fyrr gingið á odda í nýtsluni av natúrgassi (LNG) og ravlaðsloysnum og vetni sum orkukeldum í sjóvinnuni.

- Nú eru vit farin eitt stig víðari og taka vetni í nýtslu í sórum skala. Vit hava lagt inn krøv, sum tryggja at vetnisferjurnar verða minst líka støðugar sum diesel- og gassferjurnar, tá tað kemur til rakstur, sigur hann.

Torghatten Nord skal fram 1. oktober 2025 lata smíða tvær nýggjar vetnisferjur. Ein verandi verja frá 2012 skal umbyggjast frá LNG til lágútlátsloysnir.

Kelda: Maritimt.com

Fleiri greinar kunnu lesast á antares.fo

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder