Í greinarøð næstu vikurnar, hyggja vit nærri eftir skipunum, sum vóru bygd á Skála skipasmiðju í 60’unum. Fleiri greinar eru at finna her.
Línuskipið Borðoyarnes varð bygt á Skála skipasmiðju í 1967, og var skip nummar 11, sum skipasmiðjan á Skála bygdi.
Fyri nøkrum árum síðan varð Borðoyarnes umbygdur, og er í dag ikki til at kenna aftur.
Boyðanes, sum var systurskip til Ás, Hans Erik og Norðalduna, var útgjørt við frystilast, eins og fleiri onnur skip, sum vóru bygd á Skála Skipasmiðju.
Borðoyarnes hevur havt nøvnini Celine, Golden Eagle og nú Arctic Pioneer. Skipið hevur eisini havt heimstað í Grønlandi, men hevur í dag heimstað í Tromsø í Norra.
Tað er felagið Arctic Pioneer A/s, sum eigur skipið, sum í dag virkar sum krabbaskip.
Í dag kallast skipið Arctic Pioneer, og hevur heimstað í Norra
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald