Tað var um fimm tíðina í morgun, at partrolararnir Eysturbúgvin og Vesturbúgvin stoyttu saman á gulllaksafeltinum sunnanfyri Føroyar. Til alla lukku varð manningin á Eysturbúgvanum, sum taldi sjey mans, bjargað umborð á Vesturbúgvan.
Eysturbúgvin er bygdur á Tórshavnar skipasmiðju í 1991. Skipið, sum upprunaliga varð bygt til Vestmanna, fekk navnið Gullberg.
Í 1994 verður skipið selt til Dals, har tað fekk navnið Eysturbúgvin, og nýggjur reiðari bleiv Jógvan Adolf Johannesen, sum eisini var ein av eigarunum. Seinni gjørdis Bjarki Magnussen reiðari á Eysturbúgvanum.
(Mynd: Kiran Jóanesarson)
Eysturbúgvin og Vesturbúgvin hava partrolað tey seinastu 30 árini, og eru tað størsta og framkomnasta parið, sum vit hava í føroyska flotanum.
Tað serliga við hesum báðum djúpvatnstrolarunum er, at teir hava kølitangar, eins og uppsjóvarskipini, og kunnu lasta umleið 120 tons av fiski í part. Tí hava hesi bæði skipini eisini fiskað makrelin, sum parið hevur fingið tillutað seinastu árini.
Hóast Eysturbúgvin hevur skift eigara einaferð, so hevur Vesturbúgvin verið heimahoyrandi í Vestmanna øll árini, og havt somu eigarar.
Eysturbúgvin frammanfyri og Vesturbúgvin aftanfyri (Savnsmynd: Føroyska Sjómansmissiónin)
Hava riggað seg til gulllaksaveiðu
Føroyska gulllaksakvotan verður fiskað av trimum pørum.
• Polarhav og Stjørnan
• Fuglberg og Skoraberg
• Eysturbúgvin og Vesturbúgvin
Seinastu tíðina hava hesi trý pørini riggað seg til at fara á gulllaksaveiðu sunnanfyri Føroyar, og er vertíðin júst byrjað.
Eysturbúgvin og Vesturbúgvin høvdu júst fingið nýggj trolspøl ísett. Gomlu trolspølini, sum nú vóru yvir 30 ár vórðu skift út, og fór man frá føroyskum veitara til ein norksan veitara.
Eigararnir vónaðu at nýggju spølini fóru at roynast eins væl og tey gomlu, men hesi sluppu aldrin at standa sína sannu roynd við Eysturbúgvanum.
Vesturbúgvin og Eysturbúgvin landa í Fuglafirði (Savnsmynd: Kiran Jóanesarson)
Gekk skjótt frá óhappið til skipið sakk
Tíðliga í morgun stoyttu systurskipini saman, og skaðin á Eysturbúgvanum var somikið stórur, at skipið sakk eftir heilt stuttari løtu. Manningin náddi ikki at senda út neyðarkall, men ein epirb boyða, sum vanligvís er á brúgvaveinginum, sendi út neyðarkall, men tá var manningin longu bjargað yvir á Vesturbúgvan.
Tað eydnaðist til alla lukku at bjarga manningini á Eysturbúgvanum yvir á Vesturbúgvan, sum nú hevur sett kós móti Havnini.
Manningin á Eysturbúgvanum taldið sjey mans.
Níggju ár síðan seinasta føroyska skipið sakk
Tað ganga tíbetur fleiri ár í millum at føroysk skip søkka.
Seinast eitt føroysk skip sakk var tann 31. juli í 2013 tá ið Gullberg sakk norðanfyri Føroyar.
Tað undarliga er, at Eysturbúgvin upprunaliga varð bygdur sum Gullberg, og bæði skipini vóru partrolarar.
Gullberg, sum sakk í 2013, var á makrelveiðu norðanfyri Føroyar, tá ið sjógvur fossaði inn í maskinrúmið. Manningin varð bjargað yvir á Sjagaklett, og eins og við Eysturbúgvanum, sakk Gullberg eftir stuttari tíð.
Rættað klokkan 15.00.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald