Skipasøga

Skipasøga: Nónhamar settur í uppruna stand

Skipið hevur havt fleiri nøvn síðan tað varð bygt, men hevur seinastu árini ligið við bryggju í Klaksvík, og havt navnið Helena

Mynd: Mest

Mynd: Mest

2020-01-12 19:54 Author image
Kiran Jóanesarson
placeholder

Í greinarøð næstu vikurnar, hyggja vit nærri eftir skipunum, sum vóru bygd á Skála skipasmiðju í 60’unum. Fleiri greinar eru at finna her.

[object Object]

Línuskipið Nónhamar varð bygt á Skála Skipasmiðju, og var nummar fýra í røðini av stálskipunum, sum vórðu bygd á Skála.

Nónhamar eigur ivaleyst lívið í fleiri húsarhaldum í Føroyum, meðan skipið var í vinnu. Skipið varð bygt til Klaksvíkar, men hevur havt heimstað í fleiri av teimum føroysku bygdunum.

Síðan skipið varð bygt, er tað yvirdekkað, men fyri nøkrum árum síðan varð avgerð tikin um, at seta skipið í uppruna stand, soleiðis at tað kundi brúkast sum savn.

Skipið hevur havt nøvnini Fuglfirðingur, Skútunes, Hvítiklettur, Fjalshamar og Nónhamar síðan tað varð bygt.

Nónhamar varð upprunaliga bygt sum frystilínuskip, men seinni bleiv frystaríið tikið úr skipinum, og skipið avreiddi einans feskan fisk.

Tá ið skipið kallaðist Hvítiklettur var tað í eina tíð hvalaskip, og í august í 1981 sendi umhvørvisfelagsskapurin Greenpeace skipið Sirius til Føroya í tveir dagar at mótmæla, at skipið tá skeyt finnhvalar til vísindalig endamál.

[object Object]Soleiðis sær Helena út í dag (Mynd: Kiran Jóanesarson)

 

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder