Innanlands

Skipini fáa fitt av makreli í norskum sjógvi

Á virkjunum í Fuglafirði, Tvøroyri og í Kollafirði hava tey tikið ímóti makreli seinastu tíðina

2024-09-08 17:56 Author image
Kiran Jóanesarson
placeholder

Fleiri skip eru seinastu dagarnar komin inn at landa makrel

Í Fuglafirði hevur Vestmenningur landað 400 tons av makreli, og síðani komu Katrin Jóhanna og Arctic Voyager inn við ávíkavist 360 pg 570 tonsum av makreli.

Øll trý skipini hava veirð á makrelveiðu í norskum sjógvi, og fiskiskapurin hevur verið góður.

Á Tvøroyri hava Finnur Fríði og Tróndur í Gøtu landa ávískavist 850 og 500 tons av makreli, sum somuleiðis er fiskaður í norskum sjógvi.

Vesturbúgvin skal landa 400 tons av makreli til Varðan Pelagic, sum skipið hevur partrolað saman við Vesturvarða í norskum sjógvi.

Í Kollafirði er fyrsta lastin landað síðani Pelagos yvirtók virkið í februar í ár. Uppsjóvarskipið Hoyvík kom inn við 190 tonsum, sum skipið hevur partrolað saman við Ran.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder