Seinastu tíðina hava føroysku uppsjóvarskipini fiskað makrel í norskum sjógvi, men fiskiskapurin hevur verið vánaligur, og nú eru fleiri farin á sildaveiðu í íslendskum sjógvi.
Norðingur kom í morgun á Fuglafjørð, og riggaði til at fara á sildaveiðu. Teir loystu seinnaartin, og stutt eftir kom Katrin Jóhanna eisini á Fuglafjørð, har teir skuldu rigga til at fara á sild.
Sagt verður frá sildafeltinum, at sildin hevur verið alt for tætt landi, og har hava føroysku skipini ikki loyvi at fiska, men nú er sildin komin longur út, og skipini hava seinastu dagarnar fingið nakað sv sild.
Finnur Fríði kom í morgun á Tvøroyri, har skipið skal landa 1400 tons av sild til Varðan Pelagic, sum er fiskað í íslendskum sjógvi.
Helst fer Finnur Fríði aftur á sild tá ið liðugt er at landa.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald