
- Hetta er sera hugaligt, samstundis sum tað er spennandi og strævið. Trolið hevur bara verið úti í 3-4 tímar hvørja ferð, hóast vanligt er 6-7 tímar. Nógvur var í hvørja ferð, og tí hava manningarnar arbeitt nógv, og hava bara fingið onkran stuttan lúr, sigur Jákup Pauli.
Í dag komu samtrolararnir Bakur og Stelkur á Runavík, har teir landa til Faroe Origin.
Øll kørini í lastunum vóru full og gott og væl tað. Hetta er sætti túrur teir gera í mai mánaði, og tað er met hjá skipunum.
Sjómanstrúboðarin tók ímóti og lagið var gott á monnum, hóast teir vóru móðir.
Tíð var bæði til prát, Guds orð, bøn og tøkk.
(Mynd: Sjómansmissiónin)
Hann fekk eisini eitt stutt prát við skipararnar, sum lótu væl at.
- Hetta er óivað skjótasti og besti túrur vit hava gjørt. Tað sigur ikki so lítið, tí eg byrjaði at fiska upsa við Skúgvi í 1978. Hendan túrin fiskað vit akkurát í tvey samdøgur og hava umleið 700 kør, sum er umleið 420.000 pund, ella 210 tons, sigur Jákup Pauli Egholm, skipari á Baki.
- Hetta er sætti túrurin hjá skipunum í mai mánaði, og tað er met. Harafturat hava vit fingið uppí allar túrarnar, og gott og væl tað, sigur hann.
-Hendan túri hava vit roynt í ein landnyrðing úr Fugloynni. Síðsta túr royndu vit vestanfyri. Hinir samtrolararnir hava roynt aðrastaðni og allir hava fingið væl av fiskið, so tað er nógvur fiskur til undir Føroyum í løtuni, sigur Jákup Pauli.
- Hvaðani er nógvi upsin brádliga komin frá?
- Tað veit eg ikki, men menn meina, at upsastovnurin er felagsstovnur fyri okkum og grannalondini. Tí kann tað verða ferðandi upsi, sum er komin inn á føroyagrunnin, tí hann er bæði stórur og feitur, og nógv er til av honum, sigur Ólavur Jacobsen, skipari á Stelki.
- Hetta er sera hugaligt, samstundis sum tað er spennandi og strævið. Trolið hevur bara verið úti í 3-4 tímar hvørja ferð, hóast vanligt er 6-7 tímar. Nógvur var í hvørja ferð, og tí hava manningarnar arbeitt nógv og hava bara fingið onkran stuttan lúr, sigur Jákup Pauli.
Teimum og sjófólkinum annars verður ynskt Guds signing og varðveitslu.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald