Bakkafrost fær nú almennan fíggjarligan stuðul í ætlaðu útbyggingini av smoltstøðunum í Skotlandi.
Í dag bera skotskir miðlar tíðindini um, at almenni menningargrunnurin Higlands and Islands Enterprise, HIE, hevur játtað tríggjar milliónir pund, og skotska fiskimálaráðið, Marine Scotland, hevur játtað tvær milliónir til felagið hjá Bakkafrost, The Scottish Salmon Company, SSC.
Tilsamans fimm milliónir pund, svarandi til næstan 44 milliónir í okkara krónum.
Harvið fær Bakkafrost eitt slag av almennum góðkenningarstempli fyri ætlanini um stórar útbyggingar av smoltstøðunum hjá felagnum, har endamálið er at ala smoltini uppi á landi til tey náa 500 gramm í vekt í miðal, og harvið eru meira lívsseig og mótstøðufør móti eitt nú lús, tá tey verða slept á sjógv.
Skotska ráðkvinnan fyri oyggjarnar og útjaðaran, Mairi Gougeon, sigur millum annað soleiðis við miðilin The Fish Site:
- Henda íløgan vísir okkara lyfti um at fremja burðardygga menning í alivinnuni. Eg fegnist yvir nýggju tiltøkini, sum The Scottish Salmon Company hevur sett í verk, síðan Bakkafrost tók yvir og felagið fekk nýggja leiðslu.
- Laksur er ein ikonisk skotsk vøre, er ein kelda til føðslurík, heimadyrkað protein við lágum kolevnisinnihaldi til bæði heimamarknaðin og útflutnings. Hetta er ein týðandi partur í okkara grønu endurmenning.
Umleið 600 fólk starvast hjá The Scottish Salmon Company, býtt á 60 ymisk arbeiðsstøð á skotsku vesturstrondini og oyggjunum.
Bakkafrost, sum keypti skotska felagið í 2019, er nú farið undir at útbyggja fyri 50 milliónir pund í Skotlandi.
Stjórin hjá The Scottish Salmon Company, Ian Laister, sigur soleiðis við The Fish Site:
- Vit fegnast um at fáa henda munadygga stuðulin frá HIE og Marine Scotland, sum fer at skapa fleiri arbeiðspláss og stuðla undir búskapin í útjaðaranum.
- Okkara smoltstøð í Applecross (ein býður við vesturstrond Skotlands, -red.) verður væntandi fult útbygd í 2023, og verður tann størsta av sínum slag í Skotlandi, og ætlanir eru at útbyggja tvær slíkar støðir afturat.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald