Skrokkurin hjá nýggja Finnur Fríða verður sleipaður til Skagen, og verður har í morgin.
Tað er reiðaríið Varðin í Gøtu, sum letur stóra nýbygning byggja.
Skrokkurin er gjørdur í Pólandi, og skipið verður hjá liðugt hjá Karstensens skipasmiðjuni í skagen.
Sama skipasmiðja hevur eisini bygt Trónda í Gøtu, Christian í Grótinum og skal eisini byggja nýggja Høgaberg, sum verður systurskip hjá Finni Fríða.
Nýggi Finnur Friði verður 88 metrar langur og knappar 17 metrar breiður.
Skipið kostar umleið 350 milliónir tá ið skipið er liðugt, og kemur í føroyska flotan.
Nýggi Finnur Fríði skal avloysa núverandi skip við sama navnið, sum er bygt í 2003 í Noregi.
Núverandi Finnur Fríði er settur á sølulista, og stendur til sølu fyri 90 milliónir krónur.
Tað er sleiparin Serval, sum sleipar skrokkin til Skagen, og sambært Marinetraffic verður hann í Skagen í morgin klokkan 23.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald