Innanlands

Smáligur fiskiskapur eftir makreli

Ringa veðrið seinastu dagarnar hevur darvað makrelfiskiskapin

(Savnsmynd: Kiran Jóanesarson)

(Savnsmynd: Kiran Jóanesarson)

2024-08-19 19:50 Author image
Kiran Jóanesarson
placeholder

Ringa veðrið sum hevur verið seinastu dagarnar, hevur darvað fiskiskapin eftir makreli.

Lastirnar, sum skipini hava landað til Pelagos í Fuglafirði hava verið smáar. Jupiter kom í nátt inn við umleið 100 tonsum.

Tá liðugt er at landað verður aftur farið á makrelveiðu.

Ango og Arctic Voyager landaðu í gjár 130 tons í part til Pelagos.


placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder