Innanlands

Smáligur fiskiskapur eftir svartkjafti í føroyskum sjógvi

Føroysku uppsjóvarskipini hava smáligan fiskiskap eftir svartkjafti í føroyskum sjógvi

Gøtunes (Savnsmynd: Kiran Jóanesarson)

Gøtunes (Savnsmynd: Kiran Jóanesarson)

2023-03-24 07:24 Author image
Kiran Jóanesarson
placeholder

Fýra uppsjóvarskip eru í løtuni á svartkjaftaveiðu eystanfyri í føroyskum sjógvi, men fiskiskapurin er smáligur í løtuni.

Seinastu dagarnar hava uppsjóvarskipini Gøtunes, Christian í Grótinum, Finnur Fríði og Tróndur í Gøtu verið á svartkjaftaveiðu í føroyskum sjógvi.

Skipini eru stødd á svartkjaftafeltinum eystanfyri Føroyar, men fiskiskapurin er smáligur.

Vit hava samskift við nakrar av skiparunum á uppsjóvarskipunum, og allir eru á sama málið í løtuni, og siga at í løtuni er ikki sami rokfiskiskapur, sum hevur verið fyrr í ár.

Væntandi tekur fiskiskapurin eftir svartkjafti seg verðuliga upp, tá ið vit koma inn í apríl mánaða. 

Ynskiligt var at sleppa í gongd við fiskiskapin eftir svartkjafti skjótast gjørligt áðrenn íslendsk, russisk og onnur skip fóru í gongd við svartkjaftafiskiskapin.

Á henda hátt sleppa skipini undan longu bíðitíðini, sum plagar at stinga seg upp, tá ið øll skipini eru til fiskiskap samstundis. 

Nógv tann størsta nøgdin av svartkjafti hjá føroysku skipunum verður landað til Havsbrún, men ein partur verður tó eisini avreiddur uttanlands.

Myndin niðanfyri vísir, hvar áleið skipini royna. Myndin er tikin í gjár av heimasíðuni fishfacts.fo. Tróndur í Gøtu er staddur longri suðuri enn hini skipini.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder