Uttanlands

Sølan av Grieg Seafood í Hetlandi kann nú avgreiðast

Eitt felag hjá norsku alifeløgunum Lerøy og SalMar yvirtaka virksemið í Hetlandi og Isle of Skye

2021-12-08 14:23 Author image
Ingi Samuelsen
placeholder

Í summar bórust tíðindini um, at felagið Scottish Sea Farms, sum norsku alifeløgini Lerøy og SalMar eiga helvt um helvt, fór at yvirtaka alivirksemi hjá Grieg Seafood í Skotlandi, kalla Grieg Seafood Hjaltland.

Talan er um ein handil fyri 164 milliónir pund, svarandi til góðar 1,4 milliardir í okkara krónum.

Handilin var treytaður av, at hann kundi góðkennast av avvarðandi kappingarmyndugleikum.

Í gjár gjørdist tað so greitt, at handilin er góðkendur, so at seinastu staklutirnir í keypinum kunnu fremjast í hesum mánaðinum, skrivar ilaks.no.

Grieg Seafood Hjaltland hevur sítt alivirksemi í Hetlandi og Isle of Skye. Felagið hevur 21 alistøðir á sjónum, eina smoltstøð í Girlsta í Hetlandi og eitt kryvjivirki í Lerwick. Í fjør slaktaði felagið umleið 16.000 tons av laksi. 

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder