Faroe Origin skrivaði í september undir sáttmála við Karstensens Skibsvæft í Skagen um bygging av tveimum trolarum.
Nú eru fleiri myndir komnar út av hvussu skipini fara at síggja út. Longdin á trolarunum verður 44,10 metrar og 11,50 metrar breitt.
Skipini koma fyri trolararnar Rók og Lerk, sum vórðu seldir av landinum í november 2021. Tá fekk felagið tvey ára tilsøgn um at flyta veiðuloyvi á onnur skip.
Skipini kunnu trola við lemmum ella sum partrolarar. Tey koma at hava møguleika at trola við tveimum trolum ella einum troli. Tað er gjørt nógv burtur úr av fáa so góða góðsku sum gjørligt burtur úr fiskinum, sum verður veiddur. Skipini verða útgjørd við góðari køling og hagreiðingin av veiðuni skal geva møguleika til bestu góðsku.
Møguleiki er fyri at nýta skipini sum ísfiskaskip, har fiskurin verður goymdur í kørum við krapaísi eins og møguleiki er fyri at avhøvda, støddarskilja og frysta veiðuna umborð. Lastin kann sostatt brúkast antin sum frystilast ella til køling.
Les eisini: Faroe Origin byggir nýtt
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald