Fyrr í vikuni kom fram, at Varðin og Karstensens Skibsværft í Skagen hava skrivað undir sáttmála um nýtt nóta- og trolskip, sum skal vera liðugt um tvey ár, í januar 2024.
Betri myndir eru nú komnar út av nýggja skipinum hjá gøtumonnum, sum verður eitt ordans far, og sum kemur fyri núverandi Finn Fríða frá 2003. Sáttmálaprísurin er 340 milliónir krónur, og hetta er tað mesta nakrantíð á Karstensens skipasmiðjuni.
Partarnir hava seinastu mánaðirnar arbeitt málrættað við at sniðgeva eitt skip, sum er í fyrsta flokki, bæði tøkniliga og rakstrarliga. Eisini soleiðis at manning hevur best møguligar umstøður.
Skrokkurin verður bygdur á Karstensens skipasmiðjuni í Pólandi og innleggingar og ísetingar verða gjørdar í Skagen.
Nýggi Finnur Fríði
Longd: 88,00 metrar
Breidd: 16,50 / 17,50 metrar
Dýpd: 8,85 metrar
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald