Innanlands

Spennandi at fara avstað

- Línuskipini hava fingið væl undir Føroyum síðstu dagarnar, so tað er spennandi at fara avstað aftur, sigur skipari

Johan Jacobsen, skipari á línuskipinum Skørin (Mynd: Føroyska Sjómansmissiónin)

Johan Jacobsen, skipari á línuskipinum Skørin (Mynd: Føroyska Sjómansmissiónin)

2018-10-14 08:26 Author image
Føroyska Sjómansmissiónin
placeholder

Tað sigur Johan Jacobsen, skipari á línuskipinum Skørin.

Johan er vanliga stýrimaður, men tá skiparin Heri Henriksen hevur frítúr, er Johan skipari.

- Vit fara avstað so skjótt vit hava tikið ís og annars eru klárir at fara. Kósin verður annahvørt vesturum ella norðurum, tí har hava skipini fingið væl av fiskið, og slagið hevur eisini verið gott, sigur Johan.

12 mans fara við Skørini hendan túrin. Fyrr í heyst fekk Skørin myrkabláa litin sum hini skipuni í reiðarínum hava.

Tá sjómanstrúboðarin vitjaði umborð, vóru nakrir av manningini í holt við at spleysaðu nýggja línu saman, aðrir tóku ís meðan kokkurin stríddist við at gera nátturðan kláran.

[object Object]

[object Object]

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder