Innanlands

Staðfesting av ILA ávirkar virksemið á Vágsfirði og Hovsfirði

Sambært ILA kunngerðini eru ásett ávís forboð, nú ILA-virus er staðfest í tveimum aliringum hjá Bakkafrost, boðar Heilsufrøðiliga Starvsstovan frá

(Savnsmynd)

(Savnsmynd)

2024-05-29 12:05 Author image
Alda Nielsdóttir
placeholder

Um vikuskiftið varð boðað frá, at ILA-virus er staðfest í tveimum aliringum hjá Bakkafrost, og hetta hevur við sær avmarkingar í virkseminum á Vágsfirði og eisini Hovsfirði, av tí at frástøðan er styttri enn fimm kilometrar, skrivar Heilsufrøðiliga Starvsstovan.

Sambært ILA kunngerðini eru ásett hesi forboð á Vágsfirði og Hovsfirði:

  • Forboð fyri at fiska innanfyri 1.000 metrar frá ringunum
  • Forboð fyri at sigla innanfyri 500 metrar frá ringunum
  • Forboð at pumpa vatn inn ella út innanfyri 2,5 kilometrar frá ringunum
  • Forboð at sandur ella grús o.t. verður upp- ella útpumpað innanfyri 2,5 kilometrar frá ringunum

Umframt hesi almennu forboð, hevur ILA kunngerðin eisini ásetingar til alaran, soleiðis at spjaðing av smittuni verður forðað. Hetta merkir m.a. at forboð er fyri, at aliútgerð verður flutt.

Serligur áhugi er nú fyri slóðini hjá alibátum, sum hava arbeitt á Vágsfirði áðrenn staðfestingina av ILA. Tí eru eisini ávísar treytir settar til ferðsluna hjá alibátum og útgerð av aliøkjunum í Hvalba, Selatrað og við Neslandið. Eingin illgruni er tó til ILA smittu aðrastaðni enn á Vágsfirði, skrivar Heilsufrøðiliga Starvsstovan, sum eisini ger vart við, at ILA ikki er vandamikið fyri fólk.

Heilsufrøðiliga starvsstovan fylgir støðuni, og metir støðugt um smittuvandan.

Í gjár frættist, sambært Kringvarpinum, at Bakkafrost hevði fingið undantaksloyvi frá arbeiðarafeløgunum til at taka ILA-rakta fiskin, og at arbeiðið fór at byrja beinanvegin.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder