Línuskipini Stapin og Eivind hava landað í Kollafirði.
Frystilínuskipini høvdu ávíkavist 190 og 225 tons við til lands.
Stapin var fyrstur at landa, og høvdu teir 190 tons, har meginparturin var toskur og hýsa. Teir blivu lidnir at landa tíðliga í gjár, og so skuldi Eivind framat.
Eivind hevði 225 tons, har meginparturin var toskur, longa og hýsa.
Frystilínuskipini plaga at leggja veiðuna upp í Kollafirði, tó eru tey í Klaksvík eitt undantak.
Hesin parturin av flotanum økist nú spakuliga. Í ár eru ísfiskalínuskipini Jákup B og Vesturhavið skift út við frystilínuskip umframt at nýggi Kambur eisini er komin í flotan í vetur.
Í januar í ár kom nýggi Klakkur eisini, sum er størsta og mest framkomna frystilínuskipið í flotanum.
Fyrst í komandi árið kemur nýggi Pison, sum eisini er eitt frystilínuskip.
Eivind - Savnsmynd: Kiran Jóanesarson
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald