2026-10-07 10:54
Trolarin Stelkur, sum Varðin eigur, hevur seinastu dagarnar ligið einsamallur á Runavík, sum er heldur óvanligt.
Vanliga partrola Stelkur og Bakur undir Føroyum, men av tí at Stelkur hevur fingið skaða á tvey av bløðunum á skrúvuni, kann skipið ikki vera í vinnu, og tí verður Rankin brúktur til at partrola saman við Baki.
Bløðini skulu framleiðast, og tí verður Stelkur liggjandi í umleið 10 vikur tilsamans.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald