Innanlands

Støðast á Havstovuni

Stovnurin hevur júst heiðrað seks starvsfólkum fyri trúgva tænastu

2025-05-05 14:51 Author image
Ingi Samuelsen
placeholder

Starvsfólk støðast leingi á Havstovuni. Tað kundi ásannast í farnu viku, tá seks starvsfólk fingu heilsan í sambandi við 25 og 30 ára starvsdagar á stovninum.

Stjórin, Marita Rasmussen, bar heilsan fram til starvsfólkini og fingu tey blómutyssi umframt eina gávu. Í røðuni var m.a. víst á stóra týdningin av, at starvsfólk støðast leingi á einum granskingarstovni sum Havstovan, og takkað varð teimum fyri drúgva tænastu.

Hesi hava verið á Havstovuni í 30 ár:

Dagunn Clementsen
Petur Steingrund
Leon Smith

Hesi hava verið á Havstovuni í 25 ár:

Ebba Mortensen
Emil Petersen
Hjálmar Hátún

[object Object]
Frá vinstru: Ebba Mortensen, Emil Petersen, Leon Smith, Dagunn Clementsen og Marita Rasmussen, stjóri. Petur Steingrund og Hjálmar Hátún vóru burturstaddir til hátíðarhaldið

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder