2024-11-14 07:57
Ongin dramatikkur var, tá ein útróðrarbátur á veg inn frá fiskiskapi, í nátti rendi á land og stóð fastur í fjørðuni nakað sunnan fyri Norðdepil.
Fráboðan um hendingina kom klokkan 03.27 í nátt, upplýsir vaktleiðarin hjá løgregluni. Tríggir mans vóru við bátinum.
Boð vórðu send eftir Brimli og Rescue Ziska, men áðrenn hjálpin kom fram – klokkan 05.04 komu boðini – eydnaðist tað bátinum at koma leysur aftur, tað var tá farið at fløða, og hann kundi sigla inn á Hvannasund við egnari hjálp.
Kavarar frá Brimli hava kannað botnin, og tað sær ikki út til at báturin hevur fingið nakran skaða.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald